Fríggjadagin 2. februar kl. 16.00 letur framsýning upp við Kára og Áslu Rannvá Svensson upp í Gallarí Havnará.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at listin hjá roynda listamanninum Kára hevur prýtt gallarí veggirnar við Havnará. Men hetta er fyrstu ferð, at tað er ein framsýning saman við dóttrini í Gallarí Havnará. Framsýningin er komin í lag í sambandi við at listamaðurin gerst 70 ár, samstundis sum listakvinnan gerst 45 ár.
Kári Svensson telist millum okkara kendastu akryl málarar, men hevur í nýggjari tíð arbeitt við at blanda tøkni og arbeiðshættir. Hann hevur í ein mansaldur sýnt fram bæði úti og heima.
Ásla Rannvá hevur verið virkin listakvinnna í nógv ár. Hon hevur eins og pápin sýnt fram bæði úti og heima, og tey hava saman sýnt fram einaferð áður, í Assen í Danmark.
Seinnu árini hevur Ásla Rannvá mest arbeitt við grafiskari list, serliga er tað linoleums skurður, ið hon hevur serligan tokka til.