News & Events

Published:
25
Jan
2024

2 x Svensson við Havnará

Fríggjadagin 2. februar kl. 16.00 letur framsýning upp við Kára og Áslu Rannvá Svensson upp í Gallarí Havnará.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at listin hjá roynda listamanninum Kára hevur prýtt gallarí veggirnar við Havnará. Men hetta er fyrstu ferð, at tað er ein framsýning saman við dóttrini í Gallarí Havnará. Framsýningin er komin í lag í sambandi við at listamaðurin gerst 70 ár, samstundis sum listakvinnan gerst 45 ár.

Kári Svensson telist millum okkara kendastu akryl málarar, men hevur í nýggjari tíð arbeitt við at blanda tøkni og arbeiðshættir. Hann hevur í ein mansaldur sýnt fram bæði úti og heima.

Ásla Rannvá hevur verið virkin listakvinnna í nógv ár. Hon hevur eins og pápin sýnt fram bæði úti og heima, og tey hava saman sýnt fram einaferð áður, í Assen í Danmark.


Seinnu árini hevur Ásla Rannvá mest arbeitt við grafiskari list, serliga er tað linoleums skurður, ið hon hevur serligan tokka til.


Framsýningin er opin fram til 9. februar, og opið er hvønn dag frá kl. 16-18.

2 x Svensson við Havnará

Resent posts

2 x Svensson við Havnará
Read more
Nýtt og gott gamalt frá Kára Svensson í Müllers Pakkhúsið!
Read more
Ólavsøkuframsýningin 2022
Read more
Art Exhibition in Gallerie Rasmus Odense
Read more
New Paintings
Read more
Listaframsýning í Glyvra Kirkju
Read more
Ólavsøkuframsýningin 2021
Read more
New Paintings for Sale
Read more
Ólavsøkuframsýningin 2020
Read more
Ólavsøkuframsýningin 2019
Read more
Intensive painting course
Read more
Ólavsøkuframsýningin 2018
Read more
Art Exhibition in Kringvarp Føroya
Read more
The Art Exhibiton "Mit landskab"
Read more
Intensivt malerkursus
Read more